Kemiski Ali innlagdur

Ali Hassan al-Majeed, vanliga róptur Kemiski Ali, er lagdur inn á eitt amerikanskt sjúkrahús í Bagdad Kemiski Ali liggur á einum amerikonskum hernaðarsjúkrahúsi, men einki verður sagt um, hvat bagir honum.

Ali Hassan al-Majeed, sum er systkinabarn Saddam Hussein, er dømdur til deyða fyri at hava verið við til at beina fyri fleiri túsund irakum í áttatiárunum. Hann er eisini dømdur fyri at hava brúkt eiturgass ímóti kurdum, og haðani fekk hann sítt eyknevni.

Kemiski Ali skuldi takast av døgum í juni í fjør, men løgfrøðiligur tvídráttur hevur gjørt, at avrættingin er útsett fleiri ferðir. Harafturat kemur, at bæði forsetin og varaforsetin í Irak halda tað vera skeivt at taka hann av døgum, tí hann gjørdi bara tað, sum hann fekk boð um at gera, siga teir.