Kemiski Ali avrættaður

Fyrrverandi irakski herovastin Ali Hassan al-Majid, sum var betur kendur undir navninum Kemisi Ali, er tikin av døgum, eftir at hann nýliga varð dømdur til deyða fyri fjórðu ferð.

Kemiski Ali varð millum annað dømdur til deyða fyri eitt gassálop á kurdiska býin Halabja í 1988. Hildið verður, at umleið 5.000 fólk doyðu í álopinum.

Ali Hassan al-Majid var systkinabarn irakska leiðaran Saddam Hussein og ein av hansara næstu ráðgevum.