Nýggjársaftan, leygardagin 31. desember 2011 klokkan 16.00, verður eitt ógvuliga sermerkt tiltak í Løkshøll í Runavík. Tað er eitt sokallað "Kemishow". Kemishow eru vanlig í londunum rundan um okkum, men í Føroyum hevur ikki verið siður fyri slíkum tiltøkum. Í fjør var Løkshøll tó karmur um eitt stórt kemishow, og eftirsum undirtøkan var so góð í fjør, so verður hetta tiltakið á skránni í Løkshøll aftur í ár.
Ásbjørn Berthelsen og Petur Lamhauge, sum eru menninir aftanfyri Kemishowið, sýna fram spennandi royndir við eldi, gassi, skúmi, spreingingum og nógvum litum. Teir fara eisini at vísa nakrar royndir, sum øll kunnu gera heima við hús. Hetta hevur serstakliga stóran áhuga hjá børnum og ungum.
Løkshøll, við síni sera góðu ljóð- og ljósútgerð, er tann perfekti karmurin um eitt sovorðið show.
Showið er fyri fólk í øllum aldri.