Á Vørumessuni 2001 fer Kemilux á bási nr. 25 at sýna fram tær dygdarsápur, ið virkið bjóðar fram til feløg og stovnar til alskyns endamál í støddum frá 300 ml til 30 l.
Fólk, hvørs arbeiði er at gera reint, fáa ofta trupulleikar við pínu í skøvningunum av at vinda tvøgur gjøgnum longri tíð, og ryggtrupuleikar av skeivari arbeiðsstøðu. Um ein nýtir ergonomisk røtt amboð at gera reint við, slepst undan hesum trupulleikum. Í hesum sambandi umboðar Kemilux ymisk amboð, ið gera tað til eitt spæl at gera reint ? feiimoppur bæði til ein ? og fleirnýtis, vaskivognar, vaskispannir á hjólum og tilhoyrandi vaskimoppur.
Í hesum døgum verður tosað nógv um, at m.a. skúlar ikki skulu vaskast við sápu hvønn dag.
Kemilux mælir til at vaska við sápu 3 dagar og turrmoppa hinar tveir dagarnar við Dusty- moppuni frá Kemilux. Hervið fæst burtur støv og smápartiklar, men eisini blettir fáast burtur og inniluftin gerst munandi betri. Høvið verður at síggja og fáa meir at vita um hesa serligu moppu á Vørumessuni. Nógv sløg av klútum, vaskiskinnum og alskyns pappír og pappípshaldarar í vøkrum sniðum verða eisini sýnd fram.
Skipar fyri skeiðum
Í heyst fer Kemilux saman við Tekniska Skúla í Havn at skipa fyri skeiðum til húsavørðar og reingerðingsfólk, har kunnað verður um reingerð, sápu ergonomi innan hetta yrki. Hesi skeið verða lýst í bløðunum seinni, og vóna tey á Kemilux at undirtøkan verður góð, tí tað er sera umráðandi at fáa holla vegleiðing innan reingerð, sápu og arbeiðsstøður frá byrjan av. So sleppst undan arbeiðsskaðum, og skeivari skamtan av sápu. Um fólk hava áhuga at frætta nærri um skeiðini, kunnu tey skriva seg á ein lista, ið liggur frammi á básinum hjá Kemilux.