Norðurlendski kemikaliubólkurin undir Norðurlandaráðnum hevur í hesum døgum fundarrøð á Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan er vertur fyri Norðurlendska kemikaliubólkinum har luttakarar úr flestu norðanlondum eru við.
Norðurlendski kemikaliubólkurin hevur til endamáls at fremja ein kemikaliupolitik, ið raðfestur burðardygga menning grundaða á eitt høgt heilsu- og umhvørvisstøði fyri núverandi og komandi ættarlið.
Fundarrøðin byrjaði týsdagin og endar í dag.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni www.us.fo