Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis. Nú hava dagstovnarnir í Klaksvík heitt á allar klaksvíkingar um at kemba sínum børnum væl.
Spurningurin er, um tað ikki hevði verið eitt hugskot at gjørt hetta um alt landið.
Almennur lúsadagur verður 31. januar og vónin er, at um øll kanna síni børn og vaska teimum, ið hava tørv á tí, so ber til at basa lúsatrupulleikanum.
- Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis.
Øll kunnu fáa lýs, sama hvat kynið ella aldurin er. Ein, ið hevur fingið lýs, skal í viðgerð fyri at beina tær burtur. Evni fyri lýs fáast á apotekinum.
Lúsin, sum vit vanliga kenna til, trívist bara í hárinum á fólki. Vandin fyri at fáa lýs økist ikki, hóast hárið er sítt.
Lúsin er grálig á liti, er umleið 2 - 3 mm til støddar. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar og umleið 1 mm til støddar. Nitrurnar líkjast flusi og sita nær hárbotninum. Lúsin hvørki flýgur ella hoppar, og tí kann fólk bara smittast við beinleiðis sambandi við annað fólk, ið hevur lýs. Skúlabørn og børn á dagstovni hava tí størstan møguleika at fáa lýs.
Lúsin heldur serliga til í nakkanum og aftan fyri oyruni. Lúsin livir av at súgva blóð úr hárbotninum, og tað skriðar illa. Lúsin er rættiliga kvik, men harafturímóti sita nitrurnar fastar í hárinum og kunnu vanliga kembast burtur við tættkambi (fínkambi). Um ein hevur fingið lýs, er tað av stórum týðningi, at ein fær viðgerð.
Hyggið beinan vegin eftir, um barnið hevur lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum. Hevur barnið lýs, eigur skúli ella dagstovnur at fáa hetta at vita beinanvegin. Keyp lúsaevni á apotekinum og les kunningarlepan gjølla. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, ið hava lýs, skulu viðgerast. Vaska kambar, bustir og húgvur.
Eyðnaðist viðgerðin ikki, mást tú nýta okkurt annað lúsaevni.
Kannið altíð barnið, um vinirnir hava lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum
Hevur barn títt fingið lýs, skalt tú kunna vinir, kenningar, skúla og dagstovn um tað
Gott samstarv millum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti í stríðnum móti lúsaspjaðingini. Tosa opið um tað og greið frá, at barn títt hevur fingið lýs og far undir at viðgera alt fyri eitt
Varnast tú lýs á tínum barni, skal alt húskið kannast, men einans tey í húsinum við lús skulu viðgerast.
Vaska ella fryst kambar, bustir, húgvur og onnur høvuðklæði umframt seingjarklæði. Ella legg tað til viks í 48 tímar. Onnur viðgerð av umhvørvinum er óneyðug.
Er ógjørligt at koma lýsnum til lívs eftir fleiri viðgerðir, eigur tú at fáa samband við lækna ella heilsusystur.