Bara 27 prosent av bretsku veljarunum siga seg hava álit á forsætisráðharranum, Tony Blair, meðan heili 59 prosent siga, at tey hava ikki álit á honum.
Tað vísti ein meiningakanning, sum blaðið The Daily Telegraph almannakunngjørdi í gjár. Kanningin varð gjørd frá týsdegnum til hósdagin, og sostatt áðrenn Blair vitnaði í tí nógv umrødda málinum um vápnaeftirlitsmannin David Kelly, sum tók lívið av sær. Kanningin umfataði eisini verjumálaráðharran, Geoff Hoon, sum vitnaði í sama málið týsdagin, og hann fær heldur ikki góða viðferð frá veljarunum. 54 prosent siga, at tey halda minni av Hoon orsakað av Kelly-málinum.
Men Blair og hansara fólk kunnu ugga seg við, at tað versnandi umdømið er ikki komið andstøðuni til góðar, tí sambært kanningini hevur konservativi flokkurin bert eitt prosent størri undirtøku nú enn fyri einum mánað síðani.