Keldur: Theresa May skipar nýggja stjórn

Fer klokkan 12:30 at boða Elisabeth drotning frá, at hon skipar nýggja stjórn

Stjórnarkeldur í Bretlandi siga nú við BBC, at Theresa May, forsætisráðharri, klokkan 12:30 fer til drotningina at boða frá, at hon fer at skipa nýggja stjórn í Bretlandi.

 

Seinastu tølini siga – nú bara eitt valdømi er eftir at telja upp – at Konservativi flokkurin hennara fær 319 sessir í nýggja tinginum – tað eru sjey sessir frá reinum meiriluta. Tí má hon fáa hjálp frá øðrum, helst frá konservativa norðurírska flokkinum.