Keldur og keldukritikkur

Johan Petersen hevur tíbetur lagt til merkis, at bók er komin, sum kann geva honum tilfar til nógvar greinir um fólkaatkvøðuna 1946. Tað er at vóna, at hann ikki fer at sleppa penninum, men fer at ríka okkum við nógvum greinum um hesa áhugaverdu hending.

Fólkaatkvøðudagurin er nevnliga størsta hending í søgu føroysku tjóðarinnar. Henda dag boðaði tjóð okkara stjórnmálamonnunum frá, at hon ynskti at gerast eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum. Hesi boð eru ikki tikin aftur síðani, og kunnu tí setast í verk nær tað skal vera.

Traumaið
Sorgarleikurin er, at leiðandi menn og kvinnur okkara ikki enn hava fylgt vegleiðing veljaranna. Hetta er bæði skomm og skaði. Fyri at skilja, hví henda støða er íkomin, og nú í 64 ár hevur ligið sum eitt esjandi sár í føroyskum politikki, er bert eitt at gera, og tað er at kanna hvat tað var sum hendi. Vit skulu líta veruleikan beint í eyguni, síggja hvør hesin veruleiki er, og taka tey stig, sum gera, at vit sleppa longur fram á lívsins veg.

Sambandsmenn viðurkendu úrslitið
Tað var júst hetta, sum tjóð okkara fór undir, tá úrslitið kom av fólkaatkvøðuni sunnumorgunin tann 15. september. Um alt Føroya land, á skipum um alt Atlantshav, har tíðindini rukku, tóku fólk saman hendur og slógu ring. Í teimum húsum, har kunnugt var at loysingarmenn búðu, fóru hurðar upp á víðan vegg, og fólk tustu inn, ikki bert tey, sum høvdu atkvøtt fyri loysing, men eisini tey, sum høvdu stuðlað stjórnaruppskotinum. Hesi søgdu, at sjálvandi vóru tey sambandsfólk, men tey vóru føroyingar, og fóru sjálvandi ikki at leggja seg upp í snoð sjálvt um tey ikki vunnu.
Fáur segði hetta betri enn Axel Tórgarð, guðfrøðilesandi við Keypmannahavnar universitet, sum var við til ta guðstænastuna Guðmund Bruun hevði fyri føroyingum í Keypmannahavn henda sunnudagin. Eftir guðstænastuna møttist kirkjuliðið í Karnappinum, og har vóru mong góð orð søgd av fegnum loysingarmonnum. Á síðu 628 í bókini verður Axel Tórgarð nevndur. Har stendur:
»Axel Tórgarð segði seg hava verið ímóti loysingini og fyri [stjórnar]uppskotinum, men eyðvitað fóru allir av øllum alvi at arbeiða fyri, at Føroyar leysar stóðu seg sum best. Røðarin hevði ongan ótta av, at tað ikki skuldi eydnast, tí

»draga ein fisk av grunni,
hirða ein haka í mold,
vinna pening úr mjøli
við handli og sølu. . .«

tað duga føroyingar, og tað fór at ráða um nú. Tað var tað arbeiðandi fólkið, ið sjálvstýrið fór at hvíla á. Teir, sum høvdu verið ímóti at loysa, fóru at roynast einki ringari enn hinir.«
Tað var sum kunnugt ikki bert Axel, sum hugsaði soleiðis, sjálvt um hann dugdi betri enn tey flestu at seta orð á tað, sum nú var hent: at Føroyar hevði valt at gerast ein pinkustatur í heimssamfelagnum.
Ein gløggur sambandsmaður var formaður í Sambandsflokkinum, Andras Samuelsen. Hann segði ikki so nógv, men millum allar tær mongu keldurnar í hesum riti er ein glógvandi gimsteinur frá Andrasi. Hann kann ein og hvør síggja á síðu 560, og stóð hann at lesa í danska blaðnum Politiken tann 16. september 1946.

Samarbejdspartiet
Í fyrstuni trúði eg, at talan var um eina skeiva endurgávu. Men tað sama stendur í Fyns Venstreblad í Odense tann 21. september, so tað má vera rætt. Talan er um eitt fjarrit hjá Ritzau, sum er sent úr Havn tann 15. september. Andras var tá í Fuglafirði, men tíðindamaðurin hjá Ritzau var sonur hansara, Georg Lindenskov Samuelsen, sum búði í Havn. Teir mugu tí hava tosað saman í telefon, og Georg hevur sent tað niður, sum faðirin hevur sagt.
Her sigur Andras gjøgnum son sín: »Med Henblik på Statsminister Knud Kristensens Erklæring om Folkeafstemningens Konsekvenser udtaler Samarbejdspartiets Formand kort.«
Tað merkisverda er, at Andras, sum var formaður í Sambandsflokkinum, nú eftir fólkaatkvøðuna ikki sigur seg vera formann í “Sambandspartiet”, men »Samarbejdspartiet«. Hesin nýggi flokkur hevði á føroyskum helst fingið navnið Samstarvsflokkurin.
Hetta er greið tala. Andras tekur avleiðingarnar av fólkaatkvøðuni og sigur, at hereftir ber ikki til at hava ein flokk í Føroyum, sum eitur Sambandsflokkurin. Sum forsætisráðharrin so klokkuklárt hevði sagt, so var úrslitið av fólkaatkvøðuni loysing Føroya og Danmarkar millum. Men tey, sum høvdu virkað í Sambandsflokkinum, høvdu einki at óttast, tí flokkurin kundi saktans virka fyri samstarvi við Danmark, og hann tekur ta dyggu undirtøkuna fyri stjórnaruppskotinum, sum tó ikki gjørdist nóg dygg, sum atkvøður fyri einum slíkum neyvum samstarvi millum hesi bæði sjálvstøðugu londini.

Vilstur av røttu kós
Tað syndarliga er, at Sambandsflokkurin ikki stóð við hesa fyrstu støðu sína. Hann læt seg tíverri villa av røttu kós. Úrslitið er, at vit standa her í dag og skifta orð um tann spurning, sum Føroya fólk avgreiddi fyri 64 árum síðani.

Virkin keldukritikkur
Kelduútgávan er ein roynd til at leggja veruleikan fram, so vit kunnu síggja hvat ið veruliga hendi. Tá vit hava keldurnar, er tað næsta, sum ræður um, at duga keldukritikk. Tá skulu vit lesa keldurnar og meta um tær. Hvørjar hella ein ávísan veg, og hvørjar ein annan? Hvussu álítandi eru tær? Hvat týðir tað, sum stendur í teimum? Tá ósamsvar er millum keldurnar, hvørjari keldu skal lesarin so trúgva?
Eitt dømi um virknan keldukritikk er tað, sum stendur á bókakápuni. Har sigi eg, at úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at stjórnaruppskotið fekk 49,3% av atkvøðunum, meðan loysingin fekk 50,7%. Nú sigur Johan Petersen, at hetta er skeivt.
Men á síðu 382 skrivar setti amtmaðurin Vagn-Hansen til Andras Samuelsen tann 22. august 1946, at hann er mest hugaður fyri at valnevndirnar als ikki upplýsa hvussu nógvar blankar og ógildugar atkvøður eru, men bert hvussu nógvar atkvøður vóru fyri lutfalsliga stjórnaruppskotinum ella loysing, tí tað eru hesir báðir spurningarnir, sum sambært lógligari løgtingssamtykt eru lagdir fyri veljararnar at taka støðu til. Andras svarar longu dagin eftir á síðu 387, at hann tekur undir við sjónarmiði Vagn-Hansens.
Tann sum lesur hesa bók og leypur eina slíka keldu um, ger seg tí sekan í einari rangtulking av keldunum. Hetta kann henda einum og hvørjum, men tað ber til at kanna málið gjøllari, ganga í seg sjálvan og viðurkenna, at mistak er gjørt, og tað rokni eg eisini við, at skyldmaðurin Johan Petersen fer at gera í hesum føri, og at hann tí fer at taka undir við Andras Samuelsen!