Keldumaðurin klagar

Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, hevur sent stjóranum í Útvarpi Føroya ein klagu um tíðindaflutningin í samband við útlendingamálið. Landsstýrismaðurin heldur tíðindaflutningin vera skilaleysan, sum hann málber seg

Nógvir skeivleikar. Skilaleyst. Fullkomiliga misvísandi.
Tað trýtur ikki við neiligum lýsingarorðum frá landsstýrismanninum, Jógvani við Keldu um tíðindaflutningin hjá Útvarpi Føroya seinastu vikuna í samband við útlendingamálið. Seinastu vikuna hevur Útvarp Føroya viðgjørt málið um hjúnini Daniel og Ioanu Rapa úr Vestmanna, sum hava bíðað í 10 mánaðir um at fáa svar frá Innlendismálaráðnum um uppihaldsloyvi í Føroyum.
Landsstýrismaðurin er alt annað enn samdur við viðgerðini av málinum í Útvarpi Føroya, og tí hevur hann sent stjóranum í Útvarpi Føroya, Jógvani Jespersen, eina klagu um tíðindaflutningin.
Landsstýrismaðurin ger millum annað vart við, at tíðindafólkini á Útvarpi Føroya hava ikki sett seg nóg væl inn útlendingamálið, og hetta er fremsta orsøk til, at tíðindaflutningurin, eftir hansara tykki, er grovur og óreingjandi, sum hann málber seg í klaguni.