Um loyvini frá Mentamálaráðnum koma upp á pláss, so fara fyrstu børnini í forskúla og fyrsta flokk í skúlanum í Kelduni í Skálafirði í august 2010.
- Vit eru í ferð við fyrireikingararbeiðið, sum skal til fyri at skúlin kann blíva góðtikin og fáa neyðugu loyvini frá Mentamálaráðnum. Vit hugsa um at byrja við einum forskúlaflokki og einum fyrsta flokki. Síðani vil tað verða ein náttúrligur vøkstur hvørt ár. Í fyrstu atløgu hugsa vit upp til sjeynda flokk, sigur Jastrid Høj, sum er ein av fyrireikarunum til skúlan, sum eftir øllum at døma byrjar í august 2010.
Grundarlag fyri skúlan
Skúlin verður inni í einum parti av Kelduni, sum er gjørdur til endamálið. Og tað er kristna trúgvin, sum verður grundarlagið.
- Tann kristna trúgvin verður virðisgrundarlagið, sum skúlin skal byggja á. Okkara visjón er at stuðla kristnum foreldrum í teirra ábyrgd at læra, venja, vegleiða og uppala teirra børn. Og Skúlin verður ein forlongdur armur av ábyrgdini, sum foreldur hava fingið av teirra børnum, greiðir Jastrid Høj frá.
Hon leggur afturat, at tey vilja byggja ein skúla, sum er við til at menna næmingarnar fakliga, sálarliga, likamliga, andaliga og í samspæli við onnur. Tey leggja eisini stóran dent á, at skúlin skal at byggja á eitt fakligt høgt støði, men hon greiðir frá, at mátin at undirvísa fyri at náa tað, er ikki liðugt fyrireikaður enn.
Hava rætt til skúlan
Fyrireikararnir av skúlanum eru eisini sannførdir um, at ongin hevur rætt at steðga teimum at skipa skúlan.
- Í grein 26 í heimsyvirlýsingini hjá ST um mannarættindi stendur millum annað at »Foreldur hava rætt til at velja tann skúlan, børn teirra skulu ganga í.« Við øðrum orðum, rætturin at velja ta undirvísing, sum skal gevast til barnið, tilkemur fyrst og fremst foreldrunum. Henda rætt og hetta val vilja vit verða við til at geva foreldrum í Eysturoynni og øðrum, sum eru áhugaði, staðfestir hon.
Næmingarnir
- Frískúlin Keldan vil vera við til at venja og uppala næmingarnar til at vera tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og væl upplýstar persónar, sum hava eina positiva ávirkan á sítt nærumhvørvi og eru við til at ávirka í samfelagnum, sigur Jastrid Høj.
Í sama viðfangi leggur hon afturat, at skúlin fer at arbeiða málrættað við karakterbygging. At ætlanin er at venja næmingarnar til at síggja týdningin av einum kristnum atburði. Og at børnini skulu læra at taka ábyrgd fyri sínum avgerðum og læra at síggja avleiðingarnar. Hetta umfatar ymiskar dygdir sum millum annað at vera álítandi, takksamur, lýðin, at hava virðing, tol, tolsemi og at geva.
Lærararnir
Sambært fyrireikarunum er fyrsta fyritreytin, at lærararnir skulu hava útbúgving, so teir eru skikkaðir at undirvísa á skúlanum, men tað er eisini eitt krav, at lærararnir kenna visiónina fyri skúlan og taka undir við henni fyri at kunna arbeiða á skúlanum.
Vísind og Gud
Ein spurningur, sum altíð er, tá skúlar, ið eru bygdir á Gud verða gjørdir, er, hvussu verður við undirvísing í lívfrøði og serliga um evolutión. Skúlin hevur eina greiða hugsan um hetta.
- Skúlin vil eggja næmingum at seta spurningar til alt millum himmal og jørð og at hugsa sjálvstøðugt. Sjálvsagt skal næmingurin hava undirvísing um evolutión, men hann má eisini hava frælsi at seta spurningar her. Tað eru nógvir professarar innan náttúruvísundaliga økið, ið seta spurningar við hetta, og hetta eigur næmingurin eisini at fáa at vita, greiðir Jastrid Høj frá.
Hinvegin eru tey ikki komin so langt, at tey hava fyrireikað tilfarið til ymisku lærugreinirnar, men tey ætla at nýta nógv tilfar, sum almenni fólkaskúlin eisini nýtir.
Raðfesta kirkjusøgu
- Vit ynskja at undirstrika, at skúlin kemur at halda seg til lesiætlanir og annars allar reglur, ið mynduleikarnir áleggja, sigur Jastrid Høj.
Hon leggur afturat, at í skúlanum í Kelduni er ætlanin at nýta nógv tilfar, sum fólkaskúlin eisini nýtir til undirvísingina í søgu og samfelagslæru fyri at raka so breitt, sum er neyðugt fyri at næmingarnir vera upplýstir, men kanska um tey lesa kirkjusøgu, so taka tey okkurt tilfar afturat, sum gevur eina uppaftur betri uppfatan av hvør til dømis Calvin ella Luther var.
Men kristni fer ikki at fylla meira á tímatalvuni, enn tað ger í fólkaskúlanum, men heldur verður dentur lagdur á at skapa eitt kristiligt umhvørvi, og hetta verður gjørt við at seta nøkur virðir á dagskránna, sum eru við til at fremja hetta.
Somuleiðis leggur Jastrid Høj dent á, at tey ikki skulu uppfostra næmingarnar til eina ávísa mentan.
- Vit skulu ikki fostra okkara næmingar til eina aðra mentan í so máta. Tað er umráðandi, at næmingarnir fara ígjøgnum alt slag av tekstum, eins og tað verður gjørt í fólkaskúlanum, staðfestir hon.
Foreldrini skulu við
Somuleiðis vísa fyrireikararnir á, at tey fara at leggja stóran dent á foreldrasamstarv og vilja taka foreldrini við uppá ráð í ymiskum støðum, sum hava við skúlan at gera. Foreldrasamstarvið skal eisini innibera einstaklinga menningarsamrøður fyri og við einstaka barni, har næmingurin setur sær mál at klára fram til jóla og eftir jól fram til summarferiuna. Tey koma sostatt at verða við í tilgongdini av innlæringini hjá teirra børnum.
Í leinging av tí sama fara tey at taka støði í tí einstaka.
- Í støðum, har næmingar ikki klára at fylgja vanligu lesiætlanini, vilja vit gera einstaklinga lesiætlan fyri at møta tørvinum hjá hvørjum einstøkum barni, staðfestir Jastrid Høj.