Seinastu árini hevur verið siður at syngja jólini inn í Kelduni í Skálafirði hin 23. desember.
Soleiðis skuldi eisini verða í kvøld, nú tollaksmessudagur er, men tiltakið, sum skuldi byrja klokkan 21, er avlýst vegna veður.
- Vit høvdu glett okkum at sungið jólini inn saman við nógvum fólki í kvøld, men tað harmar okkum at boða frá, at vegna veður er tiltakið tíverri avlýst.
Gleðilig jól øll somul og Guds signing, er heilsanin úr Kelduni í Skálafirði í kvøld.