Keldan setir Ísrael á skránna

Um vikuskiftið verða møti í Kelduni í Skálabotni, har evnið er Ísrael.

Leygarkvøldið klokkan 21 fer Erland Tvørfoss, sum er á myndini, at lýsa av søguna hjá Ísrael og jødunum.

Erland er lærari í enskum og søgu á Handilsskúlanum á Kambsdali og hevur eisini í undirvísingarhøpi fingist nógv við Ísrael og leiklut tess í altjóða samfelagnum, siga tey í Kelduni

Á møtinum sunnudagin klokkan 17, fer Símun Absalonsen at greiða frá ymiskum profetium um Ísrael og jødarnar.

Símun er bíbliulærari og hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri Ísrael og hvat bíbilsku profetiini siga um Ísrael.

Bæði kvøldini verða merkt av ísraelskum sangi við hornblástri og dansi.

Eftir møtini verður borðreitt við mati við íblástri úr Ísrael.