Keldan letur brandbil til Ukraina

– Hesin brandbilurin verður latin til Ukraina, har vit sum samkoma kunnu vera við til at gera mun.

Tað skrivar fríkirkjan Keldan á heimasíðuni. Tey skriva, at ætlanin er at fylla bilin við bjargingarútgerð, brandsløkkjarum, fyrstuhjálparkassum og øðrum, sum kann verða til hjálp.

– Tit, sum vilja geva okkurt av hesum ella fáa fatur á onkrum, eru vælkomin at lata tað inn til Kelduna, so verður fylt inn í bilin, sum fer avstað skírisdag, skrivar fríkirkjan. 

Tað er Heini Gjerløv, ið hevur ábyrgd av bilinum og fer at koyra hann til Ukraina.