Keldan: Komnir væl áleiðis við páskastevnuni

- Sum samkoma eru vit sera spent uppá ársins páskastevnu. Henda er til íblástur bæði fyri einstaklingar og samkomur, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari í Skálafirði.

Hann sigur, at hetta samsvarar eisini við teirra visjón, sum er at vera ein kelda til íblástur fyri aðrar samkomur.
Fyrireikingarnar til stevnuna í apríl mánaði eru longu komnar væl í gongd. Í ár verða norsku hjúnini, Anne og Stefan Christiansen høvuðstalarar. Bæði eru væl kend í heimlandinum, har tey virka sum pastorar fyri Jesus Church í Oslo.
Umframt hesi bæði er rættiliga sannlíkt, at unga norska sangkvinnan Lisa Børud úr kendu Børud-familjuni verður við. Hon og onnur úr familjuni fara at luttaka m.a. á eini familjukonsert á stevnuni.
Nærri verður at frætta um hetta seinni.