Keldan hevur havt eina stóra menning

Samkoman "Keldan" í Skálabotni er komin langt tey 25 árini, síðani menn og kvinnur settu á stovn samkomuna í 1987.

Tá varð virksemið í einum stórum sethúsum. Nú húsast Keldan í framúr góðum umstøðum í einum snotuligum bygningi. Salurin í Kelduni hevur verið nógv brúktur til gospelkonsertir av ymiskum slagi seinnu árini, og er ljóðið í salinum í Kelduni millum tað besta, sum fæst her á landi.

Keldan hevur eisini eina stóra kafeteria. Síðani 2010 hevur Keldan rikið ein kristnan frískúla, sum upplivir eina øking í næmingatalinum fyri hvørt ár.

Í morgunsendingini á Rás2 fyrrapartin varð eitt prát við samkomuleiðaran, Paula Høj, sum saman við konuni, Jastrid (myndin) hevur evstu ábyrgdina av virkseminum hjá Kelduni.

Tað ber til at hoyra prátið við Paula Høj í ljóðbrotinum undir greinini.