Keldan er ikki staðfest

Enn er ikki endaliga staðfest hvaðani oljulekin á Havnarvág stavar. Hans David Hansen, innsatsleiðari sigur, at umborð á garnaskipinum Nim, ið er á beding á Tórshavnar skipasmiðju, hava tey váttað, at nakað av olju er farið á sjógv, men als ikki so stór nøgd. Eisini hava folk boðað sløkkiliðnum frá, at tey sóu olju á sjónum longu týskvøldið og hetta var, áðrenn Nim kom á beding.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at kanningar verða gjørdar í málinum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið royndir av oljuni við Eystaru bryggju, í Vágsbotni og við Skinnaraskerð fyri at sammeta hana við oljuna umborð á skipum, ið kunnu hava staðið fyri dálkingini.