Kelda: Leicester-eigarin var í tyrluni

Sambært eini keldu var Vichai Srivaddhanaprabha, sum eigur fótbóltsfelagið Leicdster City í tyrluni, sum datt niður við fótbóltsvøllin í gjár, skrivar BBC

Teilendski handilsmaðurin, Vichai Srivaddhanaprabha, sum eigur Leicester City, var í tyrluni, sum í gjár datt niður og eldur kom í tyrluna.

 

Tað upplýsir ónevnd kelda nær familju hansara, skrivar BBC.

 

Tyrlan datt niður í gjárkvøldi nærindis einum parkeringsplássi við heimavøllin hjá bretska fótbóltsfelagnum Leicester City, King Power Stadium.

 

Enn er ikki alment váttað, um nakar hevur fingið skaða í ólukkuni. Eisini er enn óvist, um eigarin av felagnum var í tyrluni.

 

Men sambært kelduni var hann í tyrluni, skrivar BBC.

 

Ólukkan hendi stutt eftir at Leicester City hevði spælt 1-1 móti West Ham á King Power Stadium.

 

Vichai Srivaddhanaprabha eigur tyrluna, sum hann ofta nýtir at ferðast til og frá fótbóltsdystum við fylgi sínum.

 

Teilendska felagið King Power vil hvørki vátta ella avsanna, um eigarin var umborð. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

 

Ein tíðindamaður hjá ítróttarmiðlinum ESPN, Ben Jacobs, skrivar á Twitter, at hann hevur verið í samband við King Power, sum sigur, at tey fara at senda út tíðindaskriv seinni í dag.

 

Hann leggur harumframt dent á, at leysasøgur um andlát er »púra ósømilig spekulatión«. Hann sendir tankar sínar til familjuna hjá Vichai Srivaddhanaprabha, sum er í Teilandi.

 

Leicester City hevur bara váttað, at Srivaddhanaprabha var áskoðari til dystin í gjár.

 

– Felagið kemur við eini nágreiniligari fráboðan, so skjótt fleiri upplýsingar eru, stendur á heimasíðuni hjá felagnum.

 

Bretski miðilin Daily Mail skrivar, at tyrlan sambært eygnavitnum lætti av vøllinum og fleyg yvir útsynnings hornið av stadion, tá hon snúra niður móti jørðini.

 

Myndir frá vanlukkustaðnum vísa ógvusliga logar hevði seg upp úr tyrluni.

 

Vichai Srivaddhanaprabha er handilsmaður úr Teilandi. Hann er milliardingur og stovnaði felagið King Power Duty Free, sum er størsta tollfríða handilsketa í Teilandi.

 

Hann keypti enska Leicester City í 2010 og var eigari, tá felagið ímóti allari væntan, vann enska meistaraheitið í 2016.

 

Sambært Forbes Magazine er han fimt ríkasti persónur í Teilandi.

 

/ritzau/