Sosialurin skrivar tann 19. februar 1985 um at tað er oyðsl av milliónum av krónum at heita kølivatnið og roykurin frá elverkinum hjá SEV fer beint upp í loft. Blaðið skrivar eisini at Keld og Hilda Heick kom til Føroya hósdagin
Heita kølivatnið og roykurin frá elverkinum hjá SEV fer í dag beint upp í loft, uttan at nakað verður gjørt fyri at brúka hitan til vinnulig endamál. Talan er um upphæddir fyri fleiri milliónir krónur, sum vit rætt og slætt oyðsla burtur.
Men nú skal vend koma í, skrivar blaðið. Í gjár fóru 12 føroyingar til Noregs, har teir skulu luttaka á einum norðurlendskum skeiði um endurnýtslu av spillhita frá elverkum.
Í blaðnum er ein grein um at donsku hjúnini Keld og Hilda Heick kom til Føroya hósdagin. Tey skulu syngja í Kvøldloti í Havn hóskvøldið, í VB-húsinum fríggjakvøldið, í KÍ-høllini leygarkvøldið og í Glyvra Bio sunnukvøldið, umframt at tey eisini skulu vera við á konsertini hjá NSÍ í ítróttarhøllini í Runavík næsta leygarkvøld. Tað er bólkurin Springs úr Hoyvík, sum skal ferðast kring landið við Keld og Hildu.
Kelda: Sosialurin 19. februar 1985