Við vanligari kropskontakt, sum at halda um og kína, framleiða vit oxytocin, eitt hormon og evni, ið setur likamið í gongd. Tað stýrir lívsneyðugum funktiónum og er avgerandi fyri, at vit kunnu yvirliva.
Pinkubørn, sum ikki verða hildin á, kelaði og kínd, svinna burtur og doyggja, hóast tey fáa nóg mikið at eta. Hetta vísa gamlar kanningar av barnaheimsbørnum.
Ein av fremstu serfrøðingum í, hvussu oxytocin ávirkar menniskja, er Kerstin Unvas Moberg, professari í fysiologi. Hann sigur, at kropskontakt er lívsneyðug.
Uttan fysiskan nærleika koma vit ikki fyri okkum og hava ongan kjans at fáa nyttu av tí, vit eta, ella gerast frísk av sjúkum. Vaksin kunnu yvirliva uttan nærleika við onnur menniskju, men í longdini er tað einki lív.
Nógv eldri og einsamøll menniskju fara í eina dvalalíknandi støðu, um eingin er, sum rørir við tey.
Ein kanning, gjørd á einum bókasavni, vísti, at tey viðskiftafólk, ið fingu eina hond lagda á armin ella økslina, komu oftari aftur enn tey, ið ikki varð nomið við.
Enntá, tá ið ræður um heimsbúskapin, sær út til, at tað gongur betur, har menniskjuni røra við hvørt annað. Vantandi nærleiki kann føra til fátækradømi.
Paul J. Zak, ein amerikanskur nervafrøðingur, hevur kannað, hvussu álitið millum menniskju ávirkar framgondina í ymisku londunum. Hann sigur, at kroppskontakt skapar álit, og tá menniskju hava álit á hvørjum øðrum, fært tú eina góða búskaparliga menning.
Eitt klapp á økslina ella massasja, kann altso gerast ein góð íløga.