Tað var ein stórfingin løta, tá Jákup Sólstein handaði Hjalta í Jákupsstovu eina heilsan. Í hondini hevði formaðurin í Forskotsgrunni Fiskiflotans ein kekk á 10 milliónir krónur, sum stjórin fyri táverandi Fiskirannsóknarstovuna skuldi sleppa at brúka sum ískoyti til eitt nýtt havrannsóknarskip. Handanin fór fram á sjálvum 50 ára degnum hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum til høvið broytti navn til Havstovan.
Men nógv vatn er runnið í ánni síðani hátíðardagin í Nóatúni í Havn, 2. apríl 2009. Landsgrannskoðanin kom inn í málið og hevði fremstafingur á lofti, tí grunnurin er ogn hjá tí almenna og tí er tað bara løgtingið, sum við eini viðtøkubroyting fyri grunnin kann luta út pengar burtur av eginognini. Tað gjørdi løgtingið ongantíð.
Í staðin varð øll eginognin hjá Forskotsgrunni Fiskiflotans flutt yvir í ein annan grunn, Trygdargrunn Fiskivinnunar, sum fór at virka 1. januar 2011. Tá var eginognin hjá Forskotsgrunninum komin upp á 31 milliónir krónur. Saman við 20 milliónum úr Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir eru tað pengar úr Forskotsgrunninum, sum í dag er grundarlagið undir Trygdartrunni Fiskivinnunar.
Tí endaði kekkurin, sum skuldi vera við til at gjalda rokningina fyri eitt nýtt alment havrannsóknarskip, í staðin í einum grunni, hvørs endamál er at tryggja føroyskum fiskimonnum eina minstuløn, tá lítil ella eingin fiskur er at fáa.