Kekkiski risin skaddur

Hóast Kekkia vann tryggan sigur á USA, so dalaði lagið nakað nógv, tá tað stóð greitt, at Jan Koller hevur fingið álvarsligan skaða

HM-Bólkur E

Tað gekk annars ikki long tíð, áðrenn Koller gjørdi um seg. David Rozenthal kom at baklinjuni í høgru, og neyva innleggið drønstútaði stóri Koller í kassan.
Stutt fyri steðgin mátti Koller tó fara av vøllinum. Talan var um vøddaskaða í lærinum, og tað stóð greitt fyri sjónvarpshyggjarunum, at talan var um nógva pínu.
Hvussu álvarsligur skaðin er, er enn ikki staðfest av kekkisku landsliðsleguni, men verður Koller ikki skjótt tøkur, fer av álvara at fækkast við møguleikum í álopspartinum. Vanligi makkarin hjá Koller, Milan Baros, dregis við skaða í fótinum, og hann verður neyvan tøkur, tá Kekkia leygardagin skal spæla móti Ghana.
Móti USA bilti hetta tó einki. Báðu megin steðgin skoraði Tomas Rosicky til ávíkavist 2- og 3-0. Serstakliga fyrra málið var ein perla, har Rosicky úr 20 metrum sendi bóltin í málhornið. Eftir steðgin var hann um reppið at endurtaka listarverkið, men ta ferðina brast bólturin á tvørtræið. So hóast Rosicky eftir dystin mest sum umberandi segði, at hann ikki er nakar skotsterkur spælari, so munnu flestu liðini nú vera ávarað.

Tryggir italiumenn
Hin dysturin í bólki E var millum Italia og Ghana. Her vann Italia ein hampuliga tryggan 2-0 sigur, men eina løtu var hesin tó í vanda.
Fyri steðgin var talan annars um fullkomna yvirvág til Italia, og tað var púrasta í tráð við spælbýtið, tá Pirlo sendi bóltin í kassan eftir eitt av teimum 11 italsku hornaspørkunum.
Eftir steðgin dalaði ferðin tó nakað. Italia tók seg longur aftur á vøllin, og tá Totti so fór út við lítlum skaða, tóktist allur broddur at fara úr spælinum. Ghanesar vórðu eisini snýttir fyri brotsspark, tá Asamoah varð rendur um koll í brotsteiginum.
Italia fekk tó punkterað dystin, tá Kuffour heilkiksaði afturlegging, soleiðis at innskifti Iaquinta hevði lætt við at skora. Kanska ein hóskandi hevnd hjá Iaquinta, sum stutt fyri hetta varð jarðlagdur av Kuffour, sum - hóast dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu - bart sagt slaktaði italska áleyparan.