Kekkia steingir markið

Borgarar landsins sleppa heldur ikki út.

 

Coronavirus fær nú kekkisku stjórnina í stóran mun at banna egnum borgarum at ferðast av landinum.

Í eini roynd at berja coronovirusið setir Kekkia innferðarbann fyri útlendingar.

Hesum boðar kekkiska stjórnin frá.

Samstundis verður bannað – við fáum undantøkum – kekkiskum borgarum at fara av landinum. Undantøk kunnu til dømis vera, um boargarar arbeiða í økjum nærindis markinum.

/ritzau/Reuters