Síðani fleiri lond í Eysturevropa komu upp í Schengen-samstarvið beint fyri jól, eru kekenar í hópatali flýddir til Vesturevropa, skrivar Jyllands-Posturin. Sambært blaðnum flýggja fólk fyrst úr Kekenia til Ukraina ella Póllands, men nógv tey flestu halda leiðina fram til Týsklands, Danmarkar ella til Noregs, skrivar blaðið. Síðani Schengen-samstarvið bleiv víðkað tann 21. desembur, hava donsku myndugleikarnir fingið umsóknir frá 42 kekenum um friðskjól.