Á veg til Føroya leggur Keita leiðina framvið í Silkeborg, har hann skal royndarvenja í nakrar dagar. Tað skrivar heimasíðan hjá B68. Ahmed Keita hevur verið B68 ein sannur fongur, tey bæði árini, hann hevur spælt á Toftum. Tískil gleða tey seg eisini til, at hann og landsmaðurin Ndende koma aftur. Men áðrenn teir koma so langt, skal Keita venja við SAS-ligu felagnum Silkeborg, har føroyski landsliðsleikarin Christian Lamhauge Holst hevur sína dagligu gongd. Hvat henda royndarvenjing kann enda við, verður spennandi at fylgja, men heimasíðan hjá B68 skrivar, at Keita og Ndende, sum hava sáttmála við B68 í 2010, vera aftur á Toftum sunnudagin.