Keita var munurin

Ahmed Keita átti avgerandi leiklut, tá B68 í gjár otaði seg nærri oddanum við sigri á uppflytarunum úr 07 Vestur. Toftamenn hava nú ikki tapt síðan fjórða umfar

FÓTBÓLTUR

 

 

 

Tað var ein lættur og glaður Bill Mc.Leod Jacobsen, venjari hjá B68, sum eftir dystarlok í gjár takkaði mótstøðuliðnum fyri dystin. Hann og toftamenn eru nú ósigraðir í síðstu fimm dystunum, og sum úrslitini lagaðu seg í gjár, er B68 nú á fjórða plássinum. Og tað fegnast tey sjálvsagt um á Toftum.

Ahmed Keita var aftur í gjár ein støðug hóttan hjá toftamonnum. Hann átti uppleggið til fyrsta málið, og stóð sjálvur fyri tí seinna, tá B68 fekk fult á Svangaskarði ímóti 07 Vestur. Gestirnir høvdu bóltin nógv, men høvdu ikki neyðuga framherjan, sum skapti møguleikararnar. Men tað høvdu toftamenn í Keita.

 

Stóð seg væl

Keita skjeyt í gjár sítt mál nummar fimm í hesum kappingarárinum. Tað er ein triðingur av málunum, B68 higartil hevur skotið. Framherjin er væl fyri kropsliga, og serliga á fyrstu metrunum hevur hann ein fyrimun ímóti fleiri av tungu føroysku verjuspælarunum. Tað var dysturin í gjár fleiri ferðir dømi um. Hann stríddist fyrst væl, áðrenn Jóan Símun Edmundsson í brotsteiginum legði heimaliðið á odda, og tá ein tími var leiktur, var hann fyrstur á returbólti, tá hann skjeyt sigursmálið.

Í løtum sást ikki nógv til Keita, men hann var við í báðum málunum. Og tað var nóg mikið.

 

Løgdu bragdliga fyri

07 Vestur byrjaði annars væl. Tór-Ingar Akselsen hevði eina roynd beinanvegin, sum Vlada Filipovic í málinum fekk trupulleikar av. Men tað vendi skjótt.

Tá Jóan Símun Edmundsson legði heimaliðið á odda, tóktist tað sum at toftamenn tordu betur. Bæði liðini trýstu í løtum, men tað var uttan nakað sum helst úrslit. Møguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini, og tað átti avgerandi leiklut í, at dysturin var einum av teimum keðiligu higartil í hesum kappingarárinum.

Óli Olsen átti stutt fyri hvíldina vandamestu royndina, tá hann rakti í stólpan.

 

B68 er við

Tað eru fleiri ymiskar typur av fótbóltsleikarum, sum manna plássini hjá toftamonnum í ár. Ein væleydnað blanding av yngri og eldri, stríðshugaðum og luksusspælarum og sterkum og skjótum leikarum. Í gjár prógvaðu teir sítt virði bæði í álopspartinum og verjuspælinum. Serliga seinastu løtuna í aftastu ketuni, tá gestirnir royndu at trýsta fyri útjavnandi málinum, riggaði samstarvið væl. Hópurin er áhugaverdur, og sleppur venjarin undan ov nógvum skaðum og leikbannum, er líkt til, at B68 fara at kappast um evropeisku plássini.

Tað eydnaðist aftur í gjár hjá 07 Vestur at skjóta mál, men heldur ikki hesa ferð gav tað stig. Teir hava skotið mál í hvørjum dysti, men higartil sæst tað ikki aftur á stigatalvuni. Liðið liggur undir niðurflytingarstrikuni, tvey stig frá bjargingini. Tað er serliga á heimavøllinum, at uppflytararnir skulu fáa síni stig, og tað er høvið til longu komandi sunnudag, tá EB/Streymur vitjar í Sørvági.

Leikliga stóðu teir seg kanska betur enn B68 í gjár, men tað hjálpir lítið, tá liðið í verjustøðu ikki heldur mótstøðuni burtur frá møguleikum. Og tað var munurin í gjár.