Keita til Giza/Hoyvík

Ahmed Keita, sum áður hevur spælt við B68 og AB, skal nú skjóta Giza/Hoyvík upp í 1. deild

Formaðurin í Giza/Hoyvík, Fróði Danielsen, váttar fyri in.fo, at sáttmáli er gjørdur við áleyparan, sum í fjør spældi við AB, og sum annars hevur verið ein vandamikil harri fyri B68.

 

Keita hevur verið plágaður av skaðum seinnu árini, men sum skilst er hann nú aftur til reiðar at tørna út á fótbóltsvøllinum, og hann verður ætlandi klárur longu um vikuskiftið. Keita hevur ongan sáttmála sum er, og tí er hann ikki fevndur av regluni um flytingarvindeygað, sum avmarkar, nær spælarar kunnu skifta felag.

 

- Vit hava avgjørt ætlanir um at spæla okkum upp í 1. deild í ár. Til hetta halda vit, at vit hava tørv á einum áleypara, og nú tað var gjørligt at knýta Keita at hópinum, gjørdu vit av at taka av, sigur Fróði Danielsen.

 

Hann sigur víðari, at pappírini væntandi verða endaliga avgreidd í dag, og at Keita tí kann spæla við, tá Giza/Hoyvík um vikuskiftið vitjar hjá Víkingi. Í løtuni er Giza/Hoyvík á triða plássi í 2. deild við átta stigum fyri seks dystir.