Keita til AB

AB hevur leingi leita eftir einum áleypara. Í kvøld boðar felagið frá, at avtala er gjørd við Ahmed Keita, sum skiftir frá B68 til AB upp á ein eitt ára sáttmála.

 

Keita er 25 ára gamal, ættaður úr Senegal og kom til Føroya í 2008. Hann hevur øll árini, síðani hann kom til Føroya, spælt við B68. Nú B68 ikki er við í fremstu deildini, helt Keita, at stundin var komin at skifta felag.

 

- Eg hevði ongantíð ætlað at fara úr B68, tí har hevur verið gott at vera. Nú bleiv støðan tó so, at B68 flutti niður í 1. deild, og tað gjørdi so, at eg fór at hyggja at onkrum øðrum felag í bestu deildini. Tá AB bað meg koma út á Argir helt eg, at tað var ein góður kjansur at fáa. Eg kenni onkrar av spælarunum her. Eg haldi at hópurin virkar sera væl samanspældur, og her er góður stemningur, so eg ivist ikki í, at eg fari at trívast her, sigur Ahmed Keita við heimasíðan hjá AB.

 

- Vit hava leingi havt eyguni eftir Keita, sum er ein tann besti áleyparin í Føroyum. Vit eru sera fegnir um, at hann valdi at koma til AB, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum.

 

Formaðurin í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá felagnum, metir nú, at felagið er til reiðar at taka av avbjóðingini at spæla í bestu deildini.

 

AB hevur nú ein hóp upp á 24 spælarar. Eins og fleiri feløg í ár, so hava teir lagt stóran dent á at hava nógvar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum.