Hetta hevur forsetin gjørt, eftir at B68 annars til fánýtis hevur roynt at steðgað málinum, sum teir einki vistu um fyrr enn fríggjadag seinnapart.
- Vit mugu bara ásanna, at í hesum førinum er ikki rætt fram, og ymsu sjónarmiðini í málinum eru ikki komin so væl fram, sum tey annars burdu komið.
Tað var í dysti móti Víkingi, at hendingin, sum liggur handan málið, tók seg upp, og júst í dag spælir B68 á útivølli móti Víkingi.