Heimasíðan hjá B68 skrivar í dag, at felagið hevur longt sáttmálarnar við framherjan Ahmed Keita og miðvallaran Ndende Adama Gueye, sum eru ættaðir úr Senegal. Teir fara tí eisini at spæla í B68-búnanum í 2010.
Ahmed Keita og Ndende Adama Gueye, sum komu til Føroya undan kappingarbyrjan í 2008, hava verið millum stuðulsleikararnar hjá toftamonnum seinasta árið, og Jógvan Højgaard, formaður í B68, er sera fegin um, at báðir halda fram.










