Leygarkvøldið hevði B68 ársveitslu, og millum tað, sum var á skránni, var eisini at finna fram til ársins B68-spælarar. Ikki óvæntað fall valið á Ahmed Keita, sum umframt at vera besti málskjúttin hjá B68 eisini var í uppskoti til heiðurin sum ársins spælari á gallaveitsluni, sum Miðlahúsið skipaði fyri. Í atkvøðugreiðsluni hjá B68 gjørdist Vlada Filipovic numamr tvey, meðan Jóan Símun Edmundsson gjørdist nummar trý.