Keisaraskurður økir vandin fyri ovurviðkvæmi

Børn, sum koma í heimin við keisaraskurði, verða ikki ávirkað av bakteriunum, sum eru í undirlívinum á mammuni Og tað er ikki ein fyrimunur

- Vit halda, at tað, at barnið ikki kemur í samband við bakteriurnar hjá mammuni, kann elva til ovurviðkvæmi seinni, tí at bakteriurnar í teirri vanligu føðingarrásini hjá mammuni hava stóran týdning fyri immunskipanina hjá barninum.
Tað er ein partur av niðurstøðuni, sum granskarar á Henry Ford Hospital í Detroit í USA eru komnir til eftir at hava kannað hesi viðurskiftini, og niðurstøðan stuðlar upp undir uppfatanina av, at tey fyrstu árini hjá einum barni hava stóran týdning fyri menningina av immunskipanini.
Teir amerikonsku granskararnir siga, at børn, sum eru fødd við keisaraskurði, eru í fimm ferðir størri vanda enn hini fyri at fáa ovurviðkvæmi seinni í lívinum, um tey koma í samband við eitt nú dust og hár av hundi, kettu ella øðrum loðdjórum.
Granskararnir kannaðu 1.258 børn, og tað bleiv gjørt í fýra umførum. Tann fyrsta kanningin var, tá børnini vóru ein mánað gomul, onnur kanningin var, tá tey vóru seks mánaðir og tær báðar seinnu, tá børnini vóru eitt ár og tvey ár. Royndir vórðu tiknar av nalvastronginum og skarninum, og harumframt vórðu foreldrini kannað fyri ovurviðkvæmi.

Kannað í Danmark
Danskir granskarar gjørdu fyri nøkrum árum síðani eina kanning, sum líkist teirri amerikonsku.
Tað var í 2003, tá Statens Serums Institut kannaði sambandið millum keisrarskurð og astma. Ikki færri enn 9.722 børn vóru við í kanningini, og hon vísti, at tað er møguliga samband millum føðing við keisaraskurði og sannlíkindini fyri astma seinni í lívinum.
Teir donsku granskararnir kundu kortini ikki ávísa, at samband er millum keisraskurð og ovurviðkvæmi, eins og kanningin hjá Henry Ford Hospital ger.