Keflavík vann stórt

Símun Samuelsen spældi við allan dystin, tá ið Keflavík undan vikuskiftið vann heili 6-2 í týðandi dysti ímóti ÍBV av Vestmannaoyggjunum. Keflavík og ÍBV lógu bæði við 12 stigum undan dystinum, og tað er nógv nærri botninum, enn feløgini brýggja seg um. Tí høvdu tey trý stigini stóran týdning fyri bæði liðini, og tað var Keflavík, sum vann dystin. Símun Samuelsen spældi sum vant á vinstra miðvølli, men hann var ikki millum málskjúttarnar hesaferð.