Keflavík tók á heimavølli ímóti Akranesi í íslendsku Landsbankadeildini, og væl hilnaðist. Keflavík vann 3-1, aftaná at hava verið á odda 1-0 í steðginum. Símun Samuelsen var ikki millum málskjúttarnar hesaferð, men hann leikti kortini allan dystin, og hevði hann eisini onkra roynd á málið hjá Akranesi.










