Í triðja landskappingardystinum í ár eydnaðist tað í kvøld Keflavík at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Høvuðsstaðarfelagið Valur vitjaði á Sparisjóðsvøllinum í Keflavík, og gestirnir vórðu sendir aftur til Reykjavíkar við 3-0 tapi.
Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen var á vøllinum alla tíðina, og hann átti sín stóra lut í trivaliga heimasigrinum.
Heimaliðið legði seg á odda longu í 7. minutti við máli, sum Guðjón Á. Antoníusson stútaði eftir innlegg frá Símuni Samuelsen. Í 20. minutti økti Hörður Sveinsson um leiðsluna, og aftur var tað eftir fríspæling frá Símuni Samuelsen. Triðja málið skoraði Hörður Sveinsson í 71. minutti.
Sagt verður, at heimaliðið var so nógv grammari, og at sigurin var væl og virðiliga uppiborin.
Í 28. minutti vísti dómarin Símuni Samuelsen gula kortið fyri fríspark.
Hóskvøldið tapti Keflavík í 2. umfari 2-0 á útivølli ímóti Fylkir.
Úrslitini í 3. umfari: Breiðablik-FH 2-3, Keflavík-Valur 3-0, Fjölnir-Grindavík 3-2, Fram-Fylkir 0-0, Stjarnan-ÍBV 3-0 og KR-Þróttur 0-0.
Støðan: Stjarnan 9 stig, KR og Fylkir 7 stig, Keflavík, Breiðablik og FH 6 stig, Fram 4 stig, Fjölnir og Valur 3 stig, Þróttur 1 stig og ÍIBV og Grinavík 0 stig.