Keflavík spældi javnt uttan Símun

Keflavík spældi sunnudagin landskappingardyst í fremstu íslendsku fótbóltsdeildini, og hesaferð var vágbingurin Símun Samuelsen ikki á liðnum. Símun hevur verið fastur spælari á liðnum hjá Keflavík, men um vikuskiftið hevði leikbann vegna ov nógv gul kort. Keflavík spældi á heimavølli ímóti Fylkir, og tað endaði við javnleiki 1-1. Fylkir kom á odda eftir 22 minuttir, men Keflavík javnaði 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin. Keflavík liggur á fjórða plássi og hevur framvegis møguleikan at vinna silvur.