Keflavík koyrir Símun í front

Vágbingurin Símun Samuelsen hevur gjørt fleiri mál fyri Keflavík í venjingar- og steypadystum í ár, og nú verður hann brúktur sum hangandi álopsspælari á liðnum hjá Keflavík. Um vikuskftið spældu teir steypadyst ímóti ÍA, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Fyrst gjørdi málmaðurin hjá ÍA sjálvmál, men tað eydnaðist ÍA at javna leiðsluna hjá Keflavík. Símun Samuelsen spældi allar 90 minuttirnar fyri Keflavík