Keflavík knógvaði meistarunum

Tað gjørdist vorðið sum byrjan hjá Keflavík, tá teir frammanfyri 1272 áskoðarum á Sparisjóðsvøllinum í Keflavík vunnu 1-0 á íslendsku meistarunum, FH úr Hafnarfirði. Hálvleiksstøðan var 0-0. Sigursmálið skeyt Hólmar Örn Rúnarsson, sum skoraði málið, tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen byrjaði inni, og hann hevði onkra góða roynd ímóti málinum hjá FH. Annars fekk Keflavík ein stóran fyrimun, longu tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá bleiv Davíð Þór Viðarsson hjá FH vístur av vøllinum.