Tað hilnaðist illa ? heilt illa ? tá ið føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, og liðfelagar hansara í Keflavík í kvøld spældu á útivølli ímóti Fram. Heimaliðið vann 5-0!, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0. Málini í 1. hálvleiki vóru bæði skorað fyrsta korterið.
Símun Samuelsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann hevði onkrar skotroyndir, men tað eydnaðist hvørki honum ella nøkrum av liðfeløgunum at skora mál.
Hjá meistarunum og oddaliðnum FH var eingin slingur í valsinum. Teir vunnu 4-1 á útivølli ímóti Stjarnuni. KR, sum er næstfremst, spældi ikki í landskappingini í kvøld. Fylkir, sum er á triðja plássi, tapti 3-1 á útivølli ímóti Breiðablik. Tískil styrknaði leiðslan hjá FH, sum eftir øllum at døma fer at endurvinna meistaraheitið.
Úrslit í kvøld: Breiðablik-Fylkir 1-0, Grindavík-Valur 3-1, Stjarnan-FH 1-4 og Fram-Keflavík 5-0.
Støðan: FH 40 stig, KR 27 stig, Fylkir 26 stig, Keflavík 24 stig, Stjarnan 23 stig, Valur 20 stig, Fram og Breiðablik 18 stig, Grindavík 15 stig, ÍBV 14 stig, Fjölnir 12 stig og Þróttur 11 stig.
KR, Fram, Grindavík og ÍBV hava spælt 14 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir. Kappingin fevnir um 22 umfør.










