Símun Samuelsen varð ikki við liðnum hjá Keflavík, sum stríddi seg til ein 2-1 sigur á útivølli ímóti Fjølni leygardagin. Gunnar Már Guðmundsson legði Fjølnir á odda eftir 35 minuttirs spæl, men seks minuttir seinni javnaði Guðmundur Steinarsson til 1-1. Tá 2. hálvleikur varð hálvrunnin skoraði Jóhann B. Guðmundsson sigursmálið fyri Keflavík. Liðið, sum andar Keflavík í nakkan, FH úr Hafnarfjørðinum vann 3-0 á Vali. Keflavík hevur 43 stig fyri 19 dystir, FH hevur 38 stig fyri 18 dystir. FH hevur ein útsettan dyst til góðar ímóti Breiðablik. KR og Valur hava 32 stig fyri 19 dystir. 22 umfør eru í íslendsku Landsbankadeildini.










