Keflavík gott ummæli

Tænastan á altjóða flogvøllinum í Keflavík í Íslandi er so góð, at ferðafólk siga vøllin vera tann næstbesta í øllum Evropa. Tað umdømið fekk vøllurin í einari kanning, sum umfataði annan ársfjórðing í ár, og sum altjóða samtakið Airports Council International gjørdi.

Á ovasta pláss í kanningini kom Humberside-flogvøllurin í Bretlandi. Men tað er stórur munur á teimum báðum vallunum.

Vísir skrivar, at tvær milliónir fólk ferðast um vøllin í Keflavík árliga, meðan ferðafólkini, sum brúka Humberside-vøllin, eru um 500.000 um árið.