Í vikuni seldi íslendska felagið Keflavík ein av sínum álopsspælarum til danska felagið Silkeborg. Nú hevur Keflavík funnið avloysaran fyri hendan spælaran, tí australski Buddy Farah gjørdi mánadagin sáttmála við Keflavík. Buddy Farah hevur spælt á øllum ungdómslandsliðunum hjá Australia, og næstu tvey árini skal hann royna seg sum liðfelagi hjá Símuni Samuelsen í Keflavík.










