Tað gongur av skriðuni hjá Keflavík og føroyska landsliðsspælaranum Símuni Samuelsen. Í kvøld høvdu teir í Keflavík vitjan av Vali, og høvuðsstaðarfelagið fór til hús aftur við øllum stigunum. Valur vann 3-1. Teir skoraðu øll trý málini fyrra partin av 1. hálvleiki.
Símun Samuelsen minkaði um munin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, og so vórðu ikki fleiri mál skorað.
27. juni vann Keflavík 1-0 á heimavølli ímóti Fylkir. Síðani hevur Keflavík spælt seks landskappingardystir. Samlaða úrtøkan burturúr hesum dystunum hevur verið eitt stig!