Frá 1996 til 98 broytti tá borgarliga samgongan skattaskipanina frá botni. Málið var bruttoskattaskipan, sum setti skattgjaldaran í sentrum.
Tíverri datt arbeiðið burtur undir fullveldissamgonguni frá 1998 til 2003.
Í 2004 til 08 lækkaði fyrra ABC samgongan skattatrýstið. Serliga miðalinntøkurnar fingu gagn av tí.
Síðani er alt steðgað upp.
Vit standa nú á einum vegamóti, sum verður avgerandi fyri framtíð okkara. Løgtingið brúkar meir pening, enn vinnan framleiðir í landkassans lut, og tað fær ein bráðan enda.
Her má annað skinn takast um bak. Umframt sparingar mugu vit skjótast gera alla skattaskipanina meiri einfalda.
Einfaldar skipanir
1) Fyrsta stig má vera, at allir frádráttir í skattaskipanini skulu burtur. Har tað er skilagott javna skattin, eigur hetta at gerast sum útgjald, eins og rentustuðulin til sethúsaeigarar.
2) Vit eiga at fáa bruttoskatt sum ‘flat-tax’ skipan, har øll rinda sama prosentsats, t.d. 40% av allari inntøkuyvir 60,000 kr.
3) Ístaðin fyri barnafrádrátt skulu allar barnafamiljur fáa útgoldið ávísa upphædd pr. barn pr. mánaða.
4) Mvg-skipanin skal aftur á beint, har øll undantøk (uttan bøkur, t.e. mentan) verða strikað. So kundu vit lækka MVG-satsin. í øðrum lagi ger hatta skipanina eisini meira glara.
Bíligari og betri
Ein einfaldari skatta- og avgjaldsskipan ger, at borgarin gjøgnumskoðar lættari sín fíggjarliga gerandisdag. Hendan umleggingin fer at krevja nógv minni eftirlit og arbeiðsorku hjá tí almenna. Tað merkir so, at vit kunnu rationalisera og spara á økinum.
Tá allir frádráttir eru burtur ella umlagdir til útgjald, verða allar veitingar sjónligar á fíggjarlógini og ikki sum nú fjaldar í einum frumskógi av frádráttum.
Eisini vinnan fær tað nógv lagaligari við bruttoskattaskipan, flat-tax og færri undantøkum í avgjøldum.
Hetta fer aftur at styrkja um kappingarførið, sum er alneyðugt í hesum fríggarliga trongu tíðum.
Kemur ikki vend í skjótast, so er hóttafall víst. Tí mugu stig takast nú. Jú fyrr, jú betur. Keep it simple er leiðin til sjálvbjargni.