Keegan á vitjan hjá O?Neill

Newcastle hava ikki vunnið ein Premier League dyst, seinastu átta ferðirnar teir hava spælt, og tað sær ikki ov væl út hjá teimum, men venjari teirra, Kevin Keegan er sannførdur um at hann kann venda gongdini. Hann viðgongur at tað ikki fer at vera lætt móti »The Villains«, og heldur ikki um eina viku, tá Manchester United koma á vitjan, men hann sigur seg duga at síggja ljósari tíðir longur frammi.

56-ára gamli fyrrverandi superstjørnan hjá Onglandi og Liverpool hevur áður verið venjari í Newcastle, og veit hvat krevst á hægsta støði.

 

Venjarin hjá Aston Villa, Martin O?Neill sigur seg vera sera fegnan, at síggja starvsfelaga sín, Kevin Keegan vera komnan aftur inn í hitan, og hann ynskir honum alt tað besta í sínum starvi, men hann sigur, eins og Keegan, at tað fer at taka tíð hjá honum, at byggja nakað stórt upp.

 

Aston Villa eru á einum sætta plássi áðrenn dystin um vikuskiftið, og Newcastle eru á tólvta plássi. Og dysturin teirra millum byrjar longu klokkan 12:45. Allir aðrir dystir í dag byrja klokkan 15:00.

 

Dystirnar leygardagin eru:

Aston Villa-Newcastle, Bolton-Portsmouth, Derby-Tottenham, Everton-Reading, Middlesbrough-Fulham, Sunderland-Wigan og West Ham-Birmingham.

 

Sunnudagin verða so tveir stórdystir á skránni, tá United tekur móti City, klokkan 13:30, meðan Chelsea eru vertir fyri Liverpool, klokkan 16:00.

Arsenal spæla mánakvøldið, klokkan 19:45 móti Blackburn

 

Í Rex skipar United fjepparafelagið fyri onkrum serligum til teirra dyst móti City...