Keegan sigur at Owen er »world class«

Enski landsliðsleikarin skoraði sítt triðja mál síðan Keegan kom aftur til felagið, og málið tryggjaði Newcastle eitt týdningarmikið stig í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.

 

James McFadden legði heimaliðið á odda, men málið hjá Owen ? frá stuttari fjarstøðu ? var nóg mikið hjá Newcastle at fáa javnleikin.

 

Javnleikurin hevur við sær, at Newcastle lupu framvið Reading, og eru nú á einum 14. plássi. Birmingham ruku hinvegin við javnleikinum, eitt pláss longur niður á stigatalvuni, og er tað fjórða ferðin innan tveir mánaðir, at Birmingham bert fær javnleik á heimavølli, móti einum liði, ið liggur millum seks tey niðastu í deildini.

 

Keegan segði, at ? Um nøkur av tykkum sóu okkum móti Blackburn her fyri, so vistu folk, at Owen eins væl kundi havt átta til nýggju Premier League mál. Í tí dystinum hevði hann fýra stórir møguleikar.

 

Keegan valdi at nýta eina álopskenda loysn í dystinum móti Birmingham, og valdi at byrja við teimum trimum Mark Viduka, Michael Owen og Obafemi Martins, allir í álopinum. Hetta er fyrsti dysturin, hann hevur roynt tað, og tað eydnaðist honum eisini at fáa javnleikin, og kanska við eitt sindur av hepni, vunnið teimum sigurin. Fyrsta hálvleik var lítið vandamikið, ið kom frá trio-ini, men í næsta hálvleiki voldu teir Birmingham verjuni mikið høvurbrýggj.

 

Bert meistarligar bjargingar frá Maik Taylor, bjargaðu Birmingham javnleikin, og undan heimadystinum móti Fulham, á St. James Park, byrjar tað at hómast smáir glottar í Newcastle.