Klokkan tvey í nátt fer Kee Marcello fra kenda bólkinum "Europe" á pallin á Borgini, sum er tað gamla TB húsið. Ì morgin klokkan 02 fara somu menninir á pallin í Luux í Havn.
Kee Marcello heldur, at Føroyar er eitt fantastiskt land, og hann gleðir seg at síggja Suðuroy í kvøld. Við í orkestrinum eru heldur ikki hvør sum helst. Menninir handan orkestri eru millum aðrar Sayit Dølen, sum hevur spælt vid m.ø. Enrique Eglesias, Bobby Kimball, Legends og nógvum øðrum. Ken Sandin er frá Legends sum skulu spæla á summarfestivalinum í Klaksvík. Fredrik Oscarsson spælir á trummirnar.










