Keðiligur 0-0 javnleikur

Tað endaði sum tað byrjaði á Villa Park í fyrsta Premier League dystinum í øðrum umfari.

Tað endaði sum tað byrjaði á Villa Park í fyrsta Premier League dystinum í øðrum umfari.

 

Tað var Aston Villa, sum tók imóti Newcastle í dystinum klokkan 12.45. Men tað tóktist rættiliga skjótt, at dysturin fór at verða mál fátækur.

 

Newcastle vildi sleppa á talvuna, og tað eydnaðist, meðan Aston Villa ikki megnaði at bróta verjuna hjá útiliðnum niður.

 

Tað endaði tí sum tað byrjaði, 0-0, í einum keðiligum dysti, har málmøguleikarnir lættliga kundu teljast á einari hond - og minni enn tað.