Keddur vegna spælararnar

- Eg eri ógvuliga keddur vegna spælararnar, sigur Pætur S. Clementsen

Føroyska kvinnulandsliðið tapti eisini næsta dystin í HM-undankappingini. Hesaferð var tað Ísland, sum á Laugardalsvøllinum í Reykjavík vann 8-0 á Føroyum. Landsliðsvenjarin er vónbrotin, men heldur at avrikið hesaferð var betri, enn 8-0 tapið fyri Kekkia.

 

Les eisini: Enn eitt 8-0 tap

 

- Kenslan aftaná dystin er eitt sindur blandað. Eg helt at avrikið var munandi betri enn ímóti Kekkia. Tí er tað spell, at úrslitið sær so ljótt út, og eg eri ógvuliga keddur vegna spælararnar, tí tær hava betri uppiborið enn úrslitið bendir á, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

 

Hann ásannar, at talan er um eina tunga løtu fyri føroyskan kvinnufótbólt, men vónar at fólk halda fram at stuðla landsliðnum.

 

- Eg vænti, at tá vónbrotið hevur lagt seg, so verður kenslan hjá okkum øllum betri, enn hvat hon var aftaná dystin móti Kekkia. Hetta eru tungar tíðir, men eg vóni at almenningurin og øll rundan um føroyskan fótbólt framhaldandi geva okkara kvinnum teirra fulla stuðul, tí tað hava tær uppiborið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Komandi uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um ein góðan mánað, týsdagin 24. oktober, tá Týskland eru vertir. Hetta er helst torførasta mótstøðan, sum eitt føroyskt kvinnulandsliðið nakrantíð hevur spælt ímóti.