Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur á Facebook í dag, at hann er harmur um, at ognir, sum hann sum løgmaður gjørdi avtalur um, nú skulu seljast.
Tað eru Kommandørhúsini Yviri við Strond og húsið í Mjørkadali, sum fyrrverandi løgmaður sipar til.
- Eg gjørdi sum løgmaður avtalu vegna Føroya landsstýri við donsku stjórnina um ognirnar í mjørkadali og kommandørhúsini Yviri við Strond, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Og nú aðrar ætlanir eru lagdar, er Kaj Leo harmur um støðuna.
Les eisini: Vilja rinda meira enn umbiðið
- Nú síggi eg at landsstýrið ætlar at selja hesi snotiligu hús, sum vit fingu fyri onki frá dønum, hetta ger meg keddan og eg haldi tað vera skeivt, sigur Kaj Leo.
Eftir hansara hugsan skuldu húsini brúkast til annað endamál.
- Vit ætlaðu at húsini skuldu brúkast til móttøkuhús hjá løgmanni og landsstýrisfólkum at vísa blíðskap tá gestir vitjaðu, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.